Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan rekur 4 permanentar GNSS støðir, áður kallað GPS, kring landið. GNSS er ein stytting fyri Global Navigation Satellite System. GNSS støðirnar, sum síggjast á myndini omanfyri, hava samband við fylgisveinar. Hendan tøknin gevur teimum, ið arbeiða við landmáting og byggifeløg, ið hava gravimaskinur við GPS, sentimetur neyvleika í teirra arbeiði. Hesin uppmátingarháttur kallast Real Time Kinematic.

Sum nakað nýtt, ber nú til at heinta dátur frá GNSS støðunum á netinum. Talan er um RINEX dátur, ið er ein stytting fyri Receiver Independent Exchange. Hesar dátur máta knattstøðuna hvørt sekund og 30. hvørt sekund hvønn dag árið runt. Hetta gevur møguleika fyri, at logga egnar GPS mátingar í lendinum og síðani at rætta úrslitið aftaná – eisini tað kallað Post-processing. GNSS dáturnar kunnu brúkast í sambandi við dronuflúgvingar, geodetiskar uppmátingar og annað, har neyvleikin av uppmátingunum er av stórum týdningi. Somuleiðis ber til at bøta um eldri GPS mátingar, tað verið seg innan landmáting og gransking. GNSS mátingar aftur til 2019 liggja nú tøkar á netinum. Dáturnar eru ókeypis og kunnu heintast við FTP á dataforsyningen.dk. Neyðugt er at stovna seg sum brúkara á Dataforsyningen fyri at heinta dáturnar.

Um tú hevur áhuga í at lesa meira um GNSS dátur, kanst tú lesa meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo