Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Vit vilja fegin gera fleiri íløgur í Føroyum. Tað vóru boðini frá Henrik Lehmann Andersen, stjóra í Nordea-fonden, til Edmund Joensen, fólkatingslim fyri Sambandsflokkin, í vikuni.

Stjórin í einum av heilt stóru grunnunum í Danmark var her fyri á fundi við Edmund Joensen á Fólkatingi. Henrik Lehmann Andersen frá Nordea-fonden hevði umbiðið fundin av tí orsøk, at Nordea-fonden ynskir at gera fleiri íløgur í føroyskum verkætlanum.

Nordea-fonden er ein grunnur, ið hevur eitt almannagerandi og vælgerandi endamál. Grunnurin gevur á hvørjum árið eina heilt stóra upphædd til endamál, ið styðja tað góða lívið innan heilsu, rørslu, náttúru og mentan, og eisini verður stuðul latin til lestrarvist í útlandinum. Í 2022 er fíggjarætlanin fyri verkætlanarstuðli á 550 mió. krónur.

Higartil hevur Nordea-fonden bert gjørt íløgur í Danmark og eisini eitt sindur í Grønlandi.

- Det må vi gøre noget ved. Det er på tide at øge aktiviterne på Færøerne, segði Henrik Lehmann Andersen.

Tí bað hann um fundin við Edmund Joensen, fólkatingslim fyri Sambandsflokkin, har hann ynskti at fáa íblástur til føroyskar verkætlanir, ið hava tørv á stuðuli.

- Tað er sera gleðiligt, at Nordea-fonden, sum er ein av størstu donsku grunnunum, vísir áhuga fyri Føroyum og føroyskum verkætlanum. Vit høvdu eitt gott prát, og eg segði frá teimum verkætlanum, sum eg veit um. Men har eru uttan iva nógvar verkætlanir, sum eg ikki veit um, og tí vil eg heita á føroyingar um at leggja sær í geyma, at tað ber til at søkja um stuðul frá Nordea-fonden seinni í vár, tá latið verður upp fyri umsóknum, sigur Edmund Joensen.

Nordea-fonden stuðlar bæði smærri og størri verkætlanum, og meira kann lesast um grunnin, og hvørjar verkætlanir grunnurin letur stuðul til, á heimasíðuni: Nordea-fonden (nordeafonden.dk)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo