Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Frá 2009 til 2016 var Erik Hamrén venjari hjá svenska A-landsliðnum við monnum - Mynd: svenskfotboll.se

Frá 2009 til 2016 var Erik Hamrén venjari hjá svenska A-landsliðnum við monnum - Mynd: svenskfotboll.se

Frá 2009 til 2016 var Erik Hamrén venjari hjá svenska A-landsliðnum við monnum - Mynd: svenskfotboll.se

FSF: – Tað er sjálvandi gleðiligt, at so nógvir venjarar melda til skeiðini, har vit ynskja at fáa royndar og áhugaverdar venjarar á vitjan. Hesaferð er talan um Erik Hamrén, ið millum annað hevur staðið á odda fyri bæði svenska og íslendska landsliðnum. So vit gleða okkum til ein spennandi dag á Tórsvølli í morgin, fríggjadagin, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Impulsskeiðið við Erik Hamrén verður í Trinstovuni í nýggja bygninginum á vestursíðuna á Tórsvølli, og byrjar klokkan 10:00 stundisliga. Á skránni verða framløgur, har dentur verður lagdur á “Leiðslu” og “Taktiska venjing”, og eisini verður skipað fyri venjing á Tórsvølli.

Áðrenn 65 ára gamli sviin tók við sum landsliðsvenjari í 2009, stóð hann á odda fyri fleiri stórfeløgum í Svøríki, Noregi og í Danmark. Í heimlandinum vann hann steypakappingina í fleiri umførum, og í Noregi og í Danmark eydnaðist honum at gerast meistari við ávikavist Rosenborg BK og AaB.

Í sjey ár var Erik Hamrén venjari hjá svenska manslandsliðnum, og tað eydnaðist honum at leiða Svøríki til EM-endaspølini í 2012 og í 2016. Og higartil er Hamrén tann venjarin, sum í nýggjari tíð er skrásettur fyri flest sigrar sum svenskur landsliðsvenjari.

Skráin
Kl. 10:00 Vælkomin
Kl. 10:15 Framløga: “Leiðsla”
Kl. 12:15 Døgurði
Kl. 13:00 Framløga: “Taktisk venjing”
Kl. 15:30 Venjing á Tórsvølli
Kl. 16:30 Samanumtøka
Kl. 17:00 Liðugt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo