Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi: Hví leggur Tjóðveldi fram uppskot um blokkniðurskurð í andstøðu, hava mong spurt. Eitt av endamálunum er, at seta eina veruliga dagsskrá í føroyskum politikki, har allir flokkar verða tiknir uppá orðið í, hvat teir vilja við búskapinum. Ætla teir at gera okkum meira heft av studningi uttanífrá, og at brúka meira, enn vit tjena? Ella vilja teir veruliga, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap, har vit sjálv gjalda í felag fyri okkara vælferð?

Øll vita, hvat vit í Tjóðveldi siga til blokkniðurskurð, men hvat siga hinir flokkarnir?

Javnaðarflokkurin segði greitt undir viðgerðini, at “Um undanfarna samgonga, sum legði stóran dent á at hava fíggjarliga ábyrgdarfullan politikk. Hevði tann samgongan og tann ábyrgdarfulli politikkurin hildið fram, so hevði tað verið rúm fyri at minka um ríkisveitingina.”

Høgni Hoydal svaraði hesum skemtiliga aftur, við at siga at Javnaðarflokkurin er fyri at skerja blokkin, tá Tjóðveldi situr á kassanum.

Fólkaflokkurin boðaði frá, at “tað verður ein gleðisdagur, tá vit eru før fyri at stýra tann føroyska búskapin uttan nakran blokk.”

Sambandsflokkurin meldaði greitt út, at “Sambandsflokkurin fer ikki at biðja um meira blokk. Tað er møguligt at vit fara at biðja um eina prísregulering.”

Bæði Framsókn og Miðflokkurin vóru eisini fyri at skerja blokkin – Miðflokkurin atkvøður ímóti, tí tey eru bundin at samgonguskjalinum.

Sostatt er føroyskur politikkur fluttur sera nógv seinastu árini. Frá at blokkurin vaks á hvørjum ári til at hann nú stendur í stað, og ongin ynskir at hækka hann, er gleðiligt. Nú mangla vit bert at taka seinastu fetini og skerja blokkin fult og heilt.

Vit eru vónrík um, at hetta kann gerast í eini komandi samgongu – men einasti garanturin fyri hesum er Tjóðveldi. Ongin annar flokkur fer at virka fyri hesum við samgongusamráðingarborðið eftir komandi val.

Videobrot av viðgerðini kann síggjast her: https://fb.watch/9cR5lmbaEo/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo