



Hagstovan: Í 2020 vórðu 10,3 mia. útgoldnar í lønum. Vøksturin er 2,1% í mun til 2019. Hetta er minsti vøkstur í lønargjaldingunum síðan 2013, tá hann var 1,3%.
Tekin eru um, at korona hevur havt sína ávirkan á lønarútgjaldingarnar í 2020.
Nú desember-mánaður í 2020 er upptaldur, eru lønargjaldingarnar gjørdar upp fyri alt árið. Útgoldnu lønirnar eru lýstar árliga á myndini niðanfyri, sum vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er stagneraður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo