Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir at grein frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu og formanninum í Kommunufelagnum varð løgd út á netið í gjár, hevur nakað av kjaki verið um samanlegging millum Tórshavnar kommunu og Sandoynna.

Eg skal ikki leggja meg út í tað kjakið, men má kortini viðmerkja partar av greinini.

Tá formaðurin í Kommunufelagnum heldur, at kommunurnar undir 1.500 borgarar einki megna, so fer hann púra skeivur.

Fólkatalið í Eiðis kommunu er gott 800.

Sjálvt um tað er væl undir teir 1.500 borgararnar, sum Heðin heldur einki megna, so klára vit at bjóða borgarunum eina góða tænastu.

Eg kann m.a. nevna, at vit bjóða eina sera góða dagstovnatænastu.

Hetta kemur týðuliga til sjóndar, við at fleiri námsfrøðingar hava valt at arbeiða í kommununi seinastu tíðina.

Teir ítróttaligu karmarnir eru eisini góðir í kommununi. Teir gott 800 borgararnir hava atgongd til eina høll, ein fótbóltsvøll og fitnesshøli.

Eiðis kommuna klárar eisini væl tann fíggjarliga partin. Kommunan hevur eina nettoskuld, sum er undir 0,1 eina álíkning, samstundis sum vit hava eitt skattaprosent, sum er 18,75%.

So lágt skattaprosent klárar eingin av størru kommunum at bjóða sínum borgarum í løtuni.

Fólkavøksturin í Eiðis kommunu vísir, at fólk eru nøgd við tær tænastur, tey fáa.

Seinastu 5 árini er fólkatalið vaksið við fleiri enn 100 fólkum, ið svarar til góð 15%.

Sanniliga megna vit, sjálvt um kommunurnar ikki eru so stórar.

Um Heðin er áhugaður, so skal eg við hesum bjóða honum norð til Eiðis kommunu, fyri at síggja, hvussu vit gera tað - eitt sindur uttanfyri Tórshavn.

Rógvi Egilstoft,
borgarstjóri í Eiðis kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo