Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í seinastuni hevur nógv norðlýsið verið at sæð í Føroyum.

Norðlýsið (aurora borealis) sæst ofta tá tað er kalt og klárt í veðrinum, og á hesum facebookbólkinum plaga fólk at boða frá, tá norðlýsið er at síggja ymsastaðni í Føroyum.

Á hesi síðuni hjá skúlanum á Skúlatrøð verður millum annað sagt soleiðis um, hvat norðlýsið er fyri nakað:

"Á sólini eru gassspreingingar alla tíðina, og sólin sendir sostatt harðar stormar við evarska smáum løddum bitlum móti jørðini. Bitlarnir ella støv, sum hetta eisini er, koma so inn í magnetøkið, sum er um jørðina. Norðlýsið verður gjørt í magnetøkinum um jørðina og trýnur fram, tá løddu bitlarnir frá sólini koma inn í magnetøkið og fara við rúkandi ferð ímóti norðpólinum og suðurpólinum. Teir bitlarnir, sum fara móti suðurpólinum skapa suðurlýsið og teir, sum fara móti norðurpólinum skapa norðlýsið. Bitlarnir koma við nógvari ferð inn í lofthavið, men steðga so brádliga, og tað er tá, at ljósið verður sterkt og livandi á luftini."

Annars er tað sum vera man mest á norðaru hálvkúlu, at norðlýsið sæst, best er at hyggja á breiddargradum ímillum 60 og 75, men á syðru hálvkúlu er eisini eitt líknandi fyribrigdi, tað nevna tey aurora australis.

Meira kann lesast um fyribrigdini her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo