Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hóast skiftandi rák, vinstra og høgra, Javnaðarflokkur/Tjóðveldi ella Sambandsflokkur, so hava viðurskifti hjá námsfrøðingum staðið í stað. Hetta vísir, at tað ikki eru flokkarnir, sum gera munin, men meira kundi blivið ávísi politikarin ella øðrvísi politikarar.

Eg haldi, at tíðin er búgvin til at venda øllum á høvdið, í samráði við tykkum.

At tit/Fakfelag eisini vísir á hvussu økið kann skipast øðrvísi - eisini verður spennandi um Tórshavnar kommuna, kommunur og aðrir arbeiðsgevarar fara at lata fólk arbeiða færri tímar um vikuna, fyri somu løn.
Og um foreldur fara at hava børnini meira heima, so tit kunnu hava tað lagaligari, við niðursettari tíð og fullari løn, uttan at hetta fer at krevja fleiri starvsfólk - tí foreldrini fara at gera tað sama, hava styttri viku.

Ikki heldur tykist økið um avspákan at tæna røttum endamáli.

Eg vóni veruliga, at prátið um tykkara øki fer at skifta karakter og snúgva seg um heildina, og at tit fara at fáa tær samsýningar, sum tykkum er uppiborið.
Og eg vóni, at lønarhækkingar yvirhøvur verða í krónum og ikki í procentum, so munurin kann minka millum væl hægri og lægri lønt.
Eg skal gera mítt til at fáa prátið inn á alt økið, við hægri samsýningum og trivnaði fyri eyga.

Hugsið um tað - veljið øðrvísi!

Bergun Kass
Valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo