Í dag verður mestsum stilli, tað slítur í sum fyrraparturin líður og hitin um 10 stig.
Í morgin kemur hann av landnyrðingi, samdrigið men turt og hitin um 8 stig.
Mikudagin og hósdagin eitt sindur frískari vindur, sum frálíður av landsynningi, sólin fer at síggja og tað verður líggjari, uppí eini 13 stig.
Fríggjadagin verða eisini løtur við sól men okkurt æli kemur kanska mitt á degnum og hitin um 10 stig.
Næsta vikuskifti mest eysturætt og sólin sær har ættin er góð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo