Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kommunalar byggigølur tróta ikki í Tórshavnar kommunu. Alt frá Karlamagnusarbreyt til brandfellur, til nýggjan handils-glaskassa við Gripsveg har bygt er upp um mest loyvda mark og uttan at grannahoyring verður framd. Kloakkleiðingar kvettar so fólk mugu finna sær bukkuna aðrar staðir í almennum bygningum ella handilsmiðstøð. Friðað økið sum Skansin, eitt av tveimum heimssøguligum plássum í landinum, varð um reppi at verða oytt, tí ein sjálvupptikin borgarstjóri partú skuldi víðka havnarlagið við uppáhaldum um hugnaliga bátahavn við cafeum og restauratiónum, og har enntá arkitektar vóru misnýttir við tilgjørdum snøggum tekningum, at Nólsoy fór at verða sjónlig.

Broytingar til býarskipan og nýtt havnarlag fekst uppá pláss við hóttanum ímóti landsstýriskvinnuni, at makkaði hon ikki rætt sjálvt um tvær býarskipanarnevndir mæltu frá, varð vandi fyri politisku samgonguni í tinginum. Avgreiðslan varð útint av umsitingarleiðara, ið fekk herðaklapp og bleiv flutt í annað gott alment starv.

Røðin av kommunalum byggi- og planleggingargølum er óandalig, frá ógvusligari steintrappu í mest trafikeraða stað í býnum sita fólk í bilosi og skoða fótbóltdystir á stórskýggja, meðan ferðslan má umskipast tá ov nógvur gangur er. Næst ein hálvt Tivoli-kend innrætting við benkrum og løgnum neystabygningum har standmyndin av Nólsoyar Páll hevði staðið í fleiri ár. Kenda standmyndin er flutt út í bátahylin, men Páll sæst ikki uttan so at fólk fara í bát. Um hetta er sambært listamanninum kann ein stórliga ivast í.

Næsta "stuttliga" sjálvpromoveringin verður so at gera eina tilgjørda á í 50 - 100 meturs longd á Vaglinum og omaná kloakk-ánna Havnará. Um dunnur sleppa framat, kanska eini tvey høsnarhús við egnum vagli, ella smáar plastjollur til børnini, vita vit ikki enn. Kanska skal ein standmynd setast upp í ánna av Heðin Mortensen eitt sindur í stíl við Páll.

Synd at siga at langommubeiggi Rasmus verður fegin at fáa slíkan ”granna” við Tinghúsvøllin. Vit eru í kapping við Amstardam, London og aðrar stórbýir, segði borgarstjórin, og skulu tí menna maritimu tænasturnar. Einasta rætta er tí at byggja eitt tjóðleikhús har skipaferðsla, konteynarar og góðs heldur til. Alt meðan stendur ein tómur betongkassi í Hoydølum og gálvar býtt og uttan at ovurmentaði landsstýrismaðurin av Rana kann koma til hugs, at annað stað enn atløgubryggja ið ikki er í vídd sum í Keypmannahavn, Oslo ella Rotterdam skal hava ábygt eitt tjóðleikhús, ið er tomt 350 dagar um árið. Tað KOKS´ar alt kring borgarstjóran, ið lukkutíð ikki fekk broytt byggisamtyktina fyri Fossdalsgjógv nátúruperlan burturav, ið eftirkomar vilja gleðast um, og at borgarstjórin ikki fekk sína vilja.

Alt meðan ein gølan fyri og onnur eftir stinga seg upp, berjast fólk á niðastu rókum við at finna sær hóskiligan bústað. Men slíkt sum alment gagnligar kommunalar íbúðir kemur sjálvandi ikki í nánd av Javnaðarflokksins borgarstjóra Heðin Mortensen, ið frá nátúrunar hond og uppaling bert sær seg sjálvan alt meðan gølurnar koma kropp á kroppi júst sum garrvilla ætlanin við parkeringshúsi í Bøkjarabrekku ella kirku á fríøki á Argjum.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo