40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er mánamorgun, og klokkan er 10. Eg havi avtalu við Kirstin Hammer, sum eigur og rekur Gómagott. Saman við vinkonum havi eg ofta verið á kaffistovuni Gómagott, men í dag er øðrvísi, tí eg fari inn gjøgnum bakdyrnar.

Sum tí fyrsta møti eg einum deiligum anga. Ein ung kvinna heilsar og vísur mær afturum til Kirstin. Meðan vit heilsa uppá hvør aðra, megnar Kirstin eisini at samskifta við einstavilsisorðum og við hondunum, so hvørt sum starvsfólk venda sær til hennara – meira skal ikki til, fyri at tey skilja hvør annan.

At byrja við virkar tað rokut, men eftir fáum sekundum varnist eg, at eg standi mitt í maskinaríinum hjá Gómagott, og at Kirstin multitaskar, samstundis sum rørimaskinurnar ganga, kaffimaskinan bryggjar kaffi til starvsfólkið, og hon bjóðar mær vælkomnari. Hetta er nevniliga tann tíðin á degnum, tá ið tey hava nógv at síggja til, men tað hevur ikki hildið henni aftur at bjóða mær inn á gólvið.

- Samanhaldið er gott og vit tosa væl saman. Eg gleði meg at koma til arbeiðis og hevur tú ein niðurtúr, so hjálpa vit tær. Vit arbeiða tætt saman, sigur Marin, sum hevur starvast hjá Gómagott í 3 ár.

Nógv ung liggja framvið og vilja koma í starv hjá Gómagott, og sjálvt um virksemið bert er á 60 kvadratmetrum, eru uppgávurnar ymiskar. Her sleppur starvsfólkið at gera køkur og sjokulátu heilt frá botni, og hava tey hugskot til nýggja kaku ella annað søtt, eru tey altíð við uppá at at royna hugskotið í verki J

- Stuttligt at síggja fólk eta kaku. At síggja fólk geva sær tíð at hugna sær og gerast glað, sigur Mona, sum hevur starvast hjá Gómagott í 1 ár.

At standa í kaffistovuni er nakað heilt serligt, tí tað er hugaligt at hugna um gestirnar – tá gevur arbeiðið meining. Og tá ið nýggj starvsfólk byrja hjá Gómagott, er tað umráðandi at fáa greiði á, hvat tey duga, umframt hvørjum tey hava hug at arbeiða við, greiðir Kirstin frá. Og tey, sum hava hug til tað, sleppa so avgjørt eisini at royna seg í kaffistovuni.

Eingin einstøk uppskrift finst uppá, hvat gevur arbeiðsgleði, men eftir at hava verið á Gómagott kundi eitt boð verið rúmligir karmar, har starvsfólk sleppa framat at royna seg, og har starvsfólk sínámillum hava virðing fyri hvør øðrum og hjálpa hvør øðrum.

Tað er ikki á hvørjum degi, eg sleppi á vitjan á arbeiðsplássum, har starvsfólk týðiliga njóta at koma til arbeiðis, og tá ið eg takki fyri meg henda fyrrapartin og fari út aftur gjøgnum bakdyrnar, kann eg ikki annað enn at smílast. Eg føli meg hepna – hepna, tí starvsfólkið lovaði mær innum at síggja og hoyra, hvat gav teimum gleði í gerandisdegnum. Takk fyri tað J

Hví er arbeiðsgleði umráðandi?

Ja, nógv kann sigast um arbeiðsgleði, men heilt stutt kann eg siga, at starvsfólk, ið eru glað og trívast, eru við til at gera arbeiðspláss góð, harumframt er arbeiðsgleði við til at fremja dygdina í okkara arbeiði og gevur orku til at fáa í lag góð sambond millum starvsfólk – ein týðandi partur, tá ið umræður at halda fast við starvsfólk.

KAPPING - kom og vís okkum tykkara arbeiðsgleði

Kom og vís okkum hesa gleðina á Facebook-síðuni hjá Notion. Tað einasta, tú skalt gera, er at viðfesta eina mynd oman fyri tráðin um arbeiðsgleði.

Hósdagin 4. apríl 2019 kasta vit lut um 2 myndir – vinnararnir fáa tillutað eitt gávukort frá Gómagott á 500 kr. Vinnararnir fáa beinleiðis boð.

Tað er Notion.fo, sum skipar fyri, og Gómagott, sum í ár stuðlar arbeiðsgleðini.

#InternationalDayOfHappiness #GlaðariSaman #Arbeiðsgleði

Alexandra á Dul

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo