

Tórshavnar kommuna: Umsitingin hevur gjørt eitt uppskot til eina loysn viðvíkjandi gongubreyt í Gríms Kambansgøtu, sum flestu havnarfólk rópa Konradsbrekkan.
Gøtan er smøl og er einvegis oman í Bøgøtu. Tó er pláss fyri eini gongubreyt, sum er 1,2 metrar breið, har hon er smalast.
Uppskotið, sum er samtykt í teknisku nevnd og í fíggjarnevndini, kostar um 350.000 kr og verður lagt fyri býráðið á býráðsfundinum hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo