Frakland gevur Google eina bót á 500 milliónir evrur tí felagið hevur ikki gjørt avtalu við útgevarar um at brúka teirra tíðindi á í sínum plattformi, skrivar Bloomberg.
Tað hevur leingi verið stríð millum Google og evropeiskar tíðindamiðlar sum halda at Google hevur gjørt at teir hava mist milliardir evrur í lýsingainntøkum.
Google hevur ikki viðmerkt bótina, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo