Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smápartafelagið Ågot við heimstaði í Klaksvík, sum eigur línuskipið við sama navni, hevði eitt metgott ár í fjør.

Bruttovinningurin vaks úr 13,4 mió kr í 2018 til 21,7 mió kr í fjør.

Ársúrslitið meira enn trífaldaðist, úr 1,3 mió kr í 2018 til 4,3 mió kr í fjør.

Eisini hýrurnar vuksu, úr góðum 10 upp í 15 mió kr.

Felagið er væl fyri, við einum fíggjarjavna uppá 26 mió kr og eini eginogn uppá 14 mió kr.

Um framtíðarútlitini siga teir tó í leiðslufrágreiðingini, at fiskapríslækkingin av koronaávum helst fer at seta síni fingramerki á úrslitið í hesum árinum, so 2020 kann ikki væntast at blíva eins gott.

Brøðurnir Eyðstein og Hjaltur Ólason Poulsen stjórna smápartafelagnum Ågot.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo