Ársúrslitið hjá Guðrun&Guðrun, sum fæst við sniðgeving, framleiðslu og sølu av klæðum, og man vera tann kendasta føroyska fyritøkan av sínum slagi, bæði herheima og uttanlands, hevði eitt miðalgott ár í fjør eftir eitt lítið hall fyrraárið.
Ársúrslitið var 678 tkr í fjør og minus 41 tkr fyrraárið. Bruttovinningurin vaks sama tíðarskeið úr 2,9 mió kr til 4,5 mió kr, sum er tætt við tað besta nakrantíð.
Í frágreiðingini siga eigararnir, sum eru stjórarnir Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig, at úrslitið var nøktandi.
- Eftir størri strategiskt arbeiði í 2024 og 1. ársfjórðingi í 2025, hevur raksturin stabiliserað seg eins og væntað. Nýggi nethandilin, ið kom beint fyri jól í 2024, virkar væl, og hevur felagið víðkað nethandilin í 2025, soleiðis at ein serstakur netpallur er til føroyskan nethandil. Eisini verður øll marknaðarføring stýrd og umsitin í Føroyum saman við føroyskum veitarum. Sum liður í at tryggja eina støðuga veiting er framleiðslan í Jordan ment enn meira, umframt at virksemið har er víðkað við góðskueftirliti á staðnum, stendur eisini.
Fyritøkan hevði ein fíggjarstøðujavna við ársbyrjan á 9,4 mió kr og eina eginogn á 3,8 mió kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



