Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vit skulu fleiri  ár aftur í tíðina fyri at finna eitt líka gott ár hjá partafelagnum Skemmuni sum tað í fjør.

Skemman hevði ein bruttovinning uppá 15,4 mió kr, sum skal samanberast við 12,3 mió kr árið fyri.

Ársúrslitið var 5,4 mió kr í fjør, sum skal samanberast við 3,8 mió kr í árið fyri.

Vit skulu eini 10 - 12 ár aftur í tíðina fyri at finna líka góð tøl. Síðani tá hava serliga starvsfólkakostnaðir hildið úrslitinum niðri.

Partafelagið Skemman er sera væl fyri, ongin rentuberandi skuld er og eginognin 7 mió kr.

Vinningsbýti á 11 mió kr er útgoldið eigaranum, sum er íslendska felagið Rúmfatalagerinn Ehf hjá Jákupi á Dul.

Dan Hansen er stjóri í Skemmuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo