Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað gav at bíta hjá alvitandi moralsku tjóðveldisverjuni í høvuðsstaðnum, nú ein fullveldis tjóðveldismaður veruliga dittaði sær at hava aðra etiska hugsan enn grái massin. Hvat hugsaði hesin svaki maðurin fyri sær? Hvat billar hann sær inn? Satt at siga stóðu øll valevnini í Suðurstreymi í kø fyri at avnokta alla relatión til svaka Jákupstovumannin og gerningar hans.

Men hví er tað ein trupulleiki, at eitt valevni floksins hevur eina aðra etiska hugsan enn formaðurin. Í stevnumiði floksins stendur jú greitt og týðiligt, at Tjóðveldi vil “Tryggja tinglimum og umboðum floksins rættin at taka støðu og atkvøða eftir síni egnu sannføring í etiskum málum.”

Fiskivinnuavtalan við Russland er, um nakað, so absolutt eitt etiskt mál. Spurningurin, sum norðingar skulu seta sær er: skal livibreyði takast frá áleið 100 húsarhaldum í nærøkinum, ella skulu vit gera eins og flestu lond í heiminum, framvegis hava eitt neyðugt vinnuligt samstarv við russar. 

Høgni Hoydal skal halda seg langt vekk og hevur ongan rætt at átala ella seta Eirik í Jákupstovu upp á pláss hesum máli v.v.. Um Høgni Hoydal metir, at limir og valevni floksins ikki longur skulu sleppa at taka støðu og atkvøða eftir egnari sannføring, so má hendan fráboðan koma út til fólki.

Vit vita øll, at pípan hevði havt annan tóna um talan var um onnur økir í landinum.

Sirið Stenberg, Páll á Reynatúgvu og Ingolf S Olsen høvdu heilt víst ikki tikið undir við at strika fiskiveiðuavtaluna við russar, um hetta merkti, at 100 húsarhald í teirra øki mistu sítt liviðbreyð.

Høgni Hoydal hevði heldur ikki góðtikið onga fiskiveiðiavtalu um hetta kostaði 100 húsarhaldum í Hoyvíkini sítt livibreyð.

Moralska kumpassnálin í Tjóðveldi røkkur ikki norð um Hórisgøtu, og hetta hevur hon ikki gjørt í nógv harrans ár.

Mín vón er, at Tjóðveldisfólk í Norðoyggjum og her á leiðini sláa ring um Eirik og velja hann í løgtingið, so hann kann vera ein mótvekt og rætta kumpasnálina í flokkinum.

Jógvan í Skorini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo