Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vit í Føroya Pedagogfelag hava við spenningi bíðað eftir samgonguskjalinum, og nú, tá spillfeska skjalið er vorðið almannakunngjørt, mugu vit bara staðfesta, at tað inniheldur nógv gott fyri tað námsfrøðiliga økið.

Vit síggja fram til, at arbeiðsvikan nú verður stytt, men her halda vit tó, at ferðin er alt ov lítil. Tað tekur ov langa tíð at koma niður á 37 tímar, tá bara ein tími verður skorin av annaðhvørt ár. Tað átti ikki at verið nøkur forðing fyri, at arbeiðsvikan bleiv stytt í einum.

Eisini síggja vit við spenningi fram ímóti, at lønirnar á umsorganarøkinum verða lyftar, tí tað lovar samgonguskjalið eisini. Vit vænta at síggja hetta aftur, nú vit skulu til samráðingar um nýggjar sáttmálar, sum ganga út 1. apríl.

Samgongan boðar eisini frá, at tey ynskja at dagføra barnaverndarlógina og dagstovnalógina – tvær lógir, hvørs karmar fleiri av okkara limum arbeiða innanfyri. Vit halda eisini, at dagføringarnar eru tiltrongdar, og vit síggja fram til at verða tikin við í hetta arbeiði.

Vit fegnast eisini um, at nýggja landsstýrið heldur fram við ætlanunum at útbúgva fleiri námsfrøðingar og samstundis fer undir at skipa merit-útbúgvingar, sum aftur eigur at geva fleiri av okkara limum møguleikan at útbúgva seg.

At vit fáa eitt brekumboð er eisini kærkomið, soleiðis at borgarin verður stuðlaður í at fáa eina so góða tænastu sum gjørligt.

Sum heild mugu vit staðfesta, at námsfrøðiliga økið og alt umsorganarøkið ongantíð fyrr hava átt so stóran lut í einum samgonguskjali sum hesa ferð.

Eftir er so at vóna, at tað fer at verða arbeitt miðvíst og hart við at fremja ætlanirnar í samgonguskjalinum, og ikki minni, at tað ber boð um, at hetta týdningarmikla øki, sum námsfrøðiliga økið er, fer at fylla meira og fáa hægri politiska raðfesting í framtíðini.

At enda skal eg vegna Føroya Pedagogfelag nýta høvið at ynskja øllum tingfólkum til lukku við valinum og teimum nýggju landsstýrisfólkunum til lukku við teirra sessum.

Jógvan Philbrow,
Formaður í Føroya Pedagogfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo