Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Glasir: Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina. Fyrsti skúladagur var 14. august, har gott og væl 500 næmingar og lærlingar høvdu teirra fyrsta skúladag.

320 næmingar byrjaðu á gymnasialum miðnámi á einum av fimm breytunum, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt.

146 næmingar og lærlingar byrjaðu einum av breytunum á yrkisnámi, sum eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, tilvirki og FHS. 8 næmingar byrjaðu eisini á serbreytini á Glasi.

Á hægri nám byrja tilsamans 37 at lesa Marknaðarførslubúskap og nýggju professiónbachelor útbúgvingina Altjóða Handil og Marknaðarførsla. Á hægri námi eru eisini parttíðarútbúgvingar, og her byrja yvir 50 lesandi tað komandi skúlaárið.

-------------------

Í sambandi við fyrsta skúladag varð sangurin Ró hjá Martini Joensen sungin fleirræddað. Anna Sofía Mellemgaard og Laila av Reyni stílaðu fyri.

Hetta var ein sera hátíðarlig og vøkur løta. Á heimasíðu okkara liggur eitt videobrot av hesari løtu, sum tit eru vælkomin at brúka ella vísa til.

https://www.glasir.fo/gott-og-vael-500-naemingar-og-laerlingar-byrjadir-a-glasi/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo