Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin og týsdagin lot til frískan vind av eystri ella landsynningi, sólglottar og turt, hitin um 11 - 14 stig.

Mikudagin fyrst gul av eystri og onkur regndropi, móti kvøldi nakað frískari vindur og sólglottar, hitin 12 - 15 stig.

Hósdagin fer hann niður í útsynning ella sunnan, strúkur í vindi uppí hvassan vind, turt og sólglottar og hitin 11 stig.

Fríggjadagin minkar hann vindin, ættin verður ímillum útsynning og vestan, sól ein stóran part av degnum, turt fyri tað mesta og hitin um 10 - 12 stig.

Sambært langtíðarforsøgnini kunnu vit vænta okkum gott veður næsta vikuskifti, mestsum stilli, kanska ein ond høgt og nakað kaldari, 8 - 10 stig men góður terri og sól.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo