Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin, mánadagin verður eitt lot av landsynningi sum seinni lækkar niður í sunnan. Kanska fer at regna eina løtu fyrrapartin, hitin um 10 stig.

Týsdagin mestsum stilli, ein ond av suðri kanska, sólin sær og hitin um 9 stig.

Mikudagin framvegis bert heilt lítil vindur av eysturhallari lágætt, meiri skýggjað og hitin 7-9 stig.

Hósdagin melur hann av ymsum ættum men sera lítil vindur, sól og hitin 10 stig ella meira, alt eftir hvar ein er.

Fríggjadagin frískar hann sum frálíður vindin av landsynningi, smáskýggjað og løtur við sól, hitin 7-9 stig.

Næsta vikuskiftið verður veðrið eisini gott, nógv sól leygardagin men eitt frískt lot lágt, sunnudagin stilli.

Kelda Windfinder.com, veðurforsøgnin er sambært mátingum og metingum á flogvøllinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo