Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur konsert í Vesturkirkjuni í morgin, mikudagin 11. oktober, klokkan 20.

Kórið fer at framføra tey verk, sum kórið hevur arbeitt við síðsta árið, og sum kórið m.a. framførdi í RIGA í juli 2017. Okkurt nýtt verk er eisini á skránni.

So skráin er samansett av sera flottum rútmiskum og klassiskum verkum (nýggjari og eldri).

Konsertirnar eru ókeypis, men tað er kostnaðarmikið at reka eitt slíkt kór, og tí verður møguleiki at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum eftir konsertina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo