Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tey sóu ljóst uppá tilveruna og vórðu søgd at vera einføld í trúnni. Tey høvdu ikki stórt ríkidømi um hendi, men børnini komu væl undan. Eydnan var innanveggja, hóast lonin einans var ein heimlig smátta. Hvat var tað, sum gjørdi lívið vert at liva?

Tey sóu nógvar døkkar blettir í lívsførsluni hjá øðrum. Tey vóru søgd at vera skilvís, tí tey dugdu at kritisera og seta skarpar spurningar. Tey høvdu tvær góðar almennar inntøkur. Tó, eydnan var heimleys, tí tað er torført at fáa heimligan anda í skreyt og fínar møblar. Børnini trivust ikki og vildu út úr barndómsins fínu borg.

Hvat er tað, ið gevur lívinum frið, gleði og innihald? Hvat er tað, ið skapar trivnað? Hvat er tað, sum í yrki og frítíð fær okkum at trívast?

Jú, mangt er at nevna av góðum. So nógv av ymiskum er gagnligt. Tað er sjáldan nakað galið við lutunum í sjálvum sær. Vit ynskja góð klæðir og nútímans hentleikar fyri okkara børn. Vit ynskja okkum bil, hús og somikið av peningi, at tað einans er neyðugt at venda aðru hvørjari krónu.

Ein andakt er ikki nøkur djúp viðgerð av einum máli. Aloftast einans yvirskrift og ein skjót niðurstøða. Sjálv málsviðgerðin manglar aloftast. Svá eisini í hesum føri.

Havi sum prestur livað tætt uppat fólki í øllum aldri í knapt fjøruti ár. Tann sosiala vitanin er tøk sum fakligt viðføri. Vitanin er ein vegleiðandi sannleiki.

Fekk í nítiárunum sæti í tí fyrstu almennu nevndini, ið skuldi greina sosialu støðuna hjá teimum eldru, tá fíggjarkreppan sum tjóvur á nátt kom yvir Føroya land og fólk.

Tað vit í nevndini sóu, visti fáur. Neyð av øllum handa slagi. Stutt kann sigast, at vit eftir áttatiárini við marglæti høvdu alla hugsandi fátækt í landinum, hóast krýnd við gulli og materiellum lutum í mong ár. Hvat er tað, ið ger eitt fólk og eitt land ríkt?

Tað er einki ivamál í mínari sál. Eitt land uttan andaligt kjølfesti missir meira fyri minni. Eitt fólk uttan jaligan gudsótta, t.e. hvílandi trúgv, fyllist við neiligum ótta, t.e. sálarkvøl, angist og misnøgd.

Tríati ár eftir stóru kreppuna, tá túsundtals føroyingar sum flóttafólk fóru í útlegd, gongur dansurin um gullkálvin so lystiliga. Tørvur er á arbeiðsmegi, so vit, ið eru á fyrsta klassa kunnu fáa tað tess betur. Okkara fatan av fíggjarliga mynstrinum er, at alt skal mennast og vaksa í tað óendaliga.

Vælferðin hevur eina skuggasíðu, nú vit ríku gerast ríkari. Í skugganum sita tey á niðastu rók. Tímiliga er støðan hjá teimum vánalig, nú gjógvin millum rík og fátøk veksur ella í øllum førum gerst meira sjónlig.

Tað er ein stórur spurningur at svara: Hvat er tað sosiala rættvísið? Vit prædikumenn (m/k) tosa mangan um kristin virðir, og sjáldan nema hesi virði ríkidømi og tímiligar ognir. Av tí sama missir kampurin um kristin virðir sítt innihald, tí vit viðgera einans útvald evni ella fyribrigdi.

Fyri mær er tað eyðsýnt, at vit kristnu mega taka ábyrgd og varpa ljós á tað sosiala og fíggjarliga økið. Hvat er rætt og rímiligt? Í mun til hvat er tað rætt og rímiligt?

Hugstoytt er í allari vælferð at hoyra um fólk sum detta niður ímillum. Vit mega seta dugnaligar trolaramenn at bøta meskurnar á tí sosiala trygdar netinum. Tað er gott, men ikki nóg mikið, at vit prædika um góðgerðir og umsorgan.

Kirkjan/samkoman og hin einstaki trúgvandi mega ganga á odda. Vit eiga at geva burturav okkara yvirflóð til tey neyðstøddu heima hjá okkum sjálvum og úti í heimi. Nakað verður gjørt, men vit kunnu gerast dugnaligari. Kristindómur er millum annað at taka sosiala ábyrgd í nærumhvørvinum. Tað var tað, Jesus gjørdi.

Kend er bíbilska útsøgnin, at nøgdsemi saman við gudsótta er mikil vinningur. Trúgva vit kristnu hesi útsøgnini? Í øllum førum eru vit mong, ið ikki liva samsvarandi, tí vit leggja so mikið inn undir okkum, at tað er nóg mikið til tvær ferðir 100 ár á jørðini.

Kend er politiska útsøgnin, at nokk er nokk. So er spurningurin til okkum, ið aktivt vísa øðrum á kristnu trúnna: Er tað ongantíð nóg mikið av tímiligari ogn hjá okkum, ið játta trúnna á Jesus sum Harra og frelsara?

Ella er nokk ikki nokk, um vit eru trúgvandi? Kann grammleikin vera markleysur, um vit bara játta trúnna? Sømir tað seg okkum, ið prædika Jesus, at grammleikin tekur yvirhond? Amen.

Orðið: “Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala; men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala...Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.” (Matteus 6,19-21.24).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo