Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Um vikuskifti skipaði FSF fyri áhugaverdum tiltaki, har fokus varð sett á gransking og kropsliga venjing - Myndir: www.FSF.fo

Um vikuskifti skipaði FSF fyri áhugaverdum tiltaki, har fokus varð sett á gransking og kropsliga venjing - Myndir: www.FSF.fo

Um vikuskifti skipaði FSF fyri áhugaverdum tiltaki, har fokus varð sett á gransking og kropsliga venjing - Myndir: www.FSF.fo

FSF: Tað eru kropsligu venjararnir hjá A-landsliðunum hjá kvinnum og monnum, Eli Nolsøe Leifsson og Magni Mohr, ið hava tikið stig til tiltakið. Endamálið er vitanardeiling, og at varpa ljós á tær avbjóðingar, ið kropsligu venjararnir, sum eru knýttir at føroyskum fótbólti, hava.

– Evnið hesaferð var styrkisvenjing í fótbólti. Men vit komu eisini inn á leiklutin hjá kropsligu venjarunum, venjingartyngd, tøkniligar skipanir, sum feløgini nýta, umframt styrkir og avbjóðingar, sum eru á økinum. Ætlanin er at møtast eina ferð um árið, har ymisk evni verða viðgjørd, og nýggj vitan verður løgd fram, sigur Eli Nolsøe Leisson við heimasíðuna hjá FSF.

Eli Nolsøe Leifsson er í løtuni PhD-lesandi á Fróðskapanarsetrinum, har Magni Mohr, professari í fysiologi, og sum í meir enn 25 ár hevur granskað fótbólt og intervallítrótt, og Joao Brito, kropsligur venjari hjá portugisiska manslandsliðnum, eru vegleiðarar.

Talan er tískil um eitt forum, har vísindalig gransking og praktisk vitan skulu samantvinnast.

– Fyri 20-25 árum síðani var eg einsamallur innan hetta økið í Føroyum, men síðstu árini eru fleiri lægst afturat, og eisini er eitt nýtt ættarlið av kropsligum venjarum, ið hava eina ítróttarliga granskingarbakgrund, ávegis. So hetta vitnar um stór framstig innan føroyskan fótbólt og ítrótt yvirhøvur.

– Kropslig venjing er ein stór vísindagrein, og neyðugt er at hava fólk við ítróttagranskingarførleikum, umframt meira gransking í føroyskum ítrótti. Hetta hevur FSF framt í nøkur ár, og vónandi kann tað ávirkan annan ítrótt, sigur Magni Mohr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo