Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við verkætlanina at gera nýggja spæliplássið í Grasagarði, so verður Grasagarður stongdur av frá fríggjadegnum 3. juni og letur upp aftur 20. juli.

Grasagarður er einasta veruliga almenna kommunala spæliplássið í Tórshavn, og ynskið er tí, at tað skilur seg burturúr í mun til spælipláss á dagstovnunum og úti í eigarafeløgunum.

Herfyri kunngjørdi umsitingin, at spæliplássið skal gerast bæði forvitnisligt, nýskapandi og øðrvísi í mun til tað klassiska spæliplássið við siðbundnu spæliútgerðini, sum somuleiðis er í samsvari við tilráðingarnar í barna- og ungdómspolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Eitt heildaruppskot fyri Grasagarð er tilevnað. Mælt varð undan jólum til at fara undir at dagføra Grasagarð sambært heildaruppskotinum, og at játta pening til endamálið. Hetta varð samtykt í býráðnum í november.

Men ikki bar á mál at finna fram til eitt endaligt heildaruppskot frá veitaranum, og varð samstarvið tí endað. Verkætlanin at skipa og gera nýtt spælipláss í Grasagarði varð tí boðin út í alment útboð.

Verkætlanin varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka, og fevnir verkætlanin um allar tilfars- og arbeiðsveitingar í sambandi við skipan og gerð av spæliøki í Grasagarði sambært heildaruppskoti. 6 tilboð komu inn. Mettur kostnaður fyri verkætlanina var 5,72 miljónir.

Fundur hevur verið við Javna, har víst varð á teirra sjónarmið í sambandi við spæl og atkomu fyri børn við rørslutarni. Vinnandi uppskotið er sera fevnandi fyri øll, bæði í mun til atkomu og spæl á øllum økinum, men nakrar smávegis tillagingar kunnu gerast í tilgongdini, fyri at fáa Grasagarð enn betur fyri førleikaskerd børn/ung.

Fundur hevur somuleiðis verið við fyritøkuna AFRY um at ljósseta Grasagarð, soleiðis at spæliøkið eisini er innbjóðandi í myrku tíðini. Sáttmáli er gjørdur við Arta/Grønt & Grátt um verkætlanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo