Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Skapanarverkið er vakurt í síni dragandi stórleika. Óendaligar víddir. Sandfløtur, jøklar og smærri oyggjar.

Hábærslig fjøll og yndisligir dalar. Makligt veður ella ódn við brimi. Skiftandi myndir frá staði til annað. Einki er eins, hóast mangt líkist.

Er hetta tilvild? Er talan um framburð og líðandi menning?

Ikki altíð ber tónin mótvegis skapanarverkinum boð um stórvegis virðing. Tað tykist ov verðsligt at geva náttúruni og umhvørvinum gætur. Tað er eingin frelsa í grønari hugsan. Eingin kemur til trúgv við at liva rætt og eta sunnan mat.

Náttúran eigur ikki at metast fyri annað enn tað, ið hon er, givin at brúka og troyta. 

At niðurskriva virðið av náttúruni er valla hóskandi fyri okkum, ið trúgva á skapara himins og jarðar.

Náttúran er handaverk Guðs. Tað var júst náttúruna, ið Guð tókst við teir fyrstu arbeiðsdagarnar í tí fyrstu vikuni. Guð legði lunnar undir tilveru manna, áðrenn menniskjan varð skapað í mynd hansara. Náttúran er grundarlagið undir tilveruni og eigur at handfarast við hógv og hóvsemi.

Vit mega virða náttúruna, tí hon er handaverk Guðs. Skapningurin ber fingramerki skaparans. Vit mega ikki vanvirða tað, ið Guð brúkti sína tíð til teir fyrstu seks dagarnar av teimum sjey í tí fyrstu vikuni í skapanarsøguni.

Úti á bønum veksur tað grøna grasið. Liturin lívgandi vónríkur boðar frá lívi, at summarið er í hondum. At fara væl um vøksturin á markini er ábyrgd menniskjans. At fara væl um bøin, veltuna og trøini. At skapa fortreytir fyri lívi og vøkstri er okkara ábyrgd. Vøksturin er Guðs.

Vatnið í vøtnunum og vatnið í krananum. Hevur hetta nakað við Guð at gera? Er tað burðardygg andalig hugsan at geva havinum gætur?

Vatnið er ein fortreyt fyri lívinum. Uttan vatn doyr hvør livandi kykna. Vatnið er ikki guddómligt ella heilagt.

Sum Guðs avrik gevur vatnið innihald til myndina um lívsins vatn. Er vatnið líkamikið, ja so viknar bíbilska myndin um lívsins vatn og ævinleikan.

Tað er ábyrgd teirra kristnu at fara væl um vatnið. Vit mega ikki dálka vøtnini, ið eru ein fortreyt fyri mannalívinum, djóralívinum og havsins meingi. Hetta er okkara ábyrgd, ið er givin av Guði frá upphavi. Vit eru skapt at liva og virka við skynsemi.

Luftin, hevur hon nakað við Guð at gera? Er ikki øll talan um umhvørvið vorðin ein hysterisk kensla millum fólk, ið eru farin av sporinum? Er talan um samfelagsfrøði heldur enn kristna læru og fatan?

Okkara vakra oyggjaland í reinum umhvørvi og frískari luft. Oyggjarnar eru ein Guðs gáva úti í Atlantshavinum. Her er frískligt á bygd og í býi, í dalinum eins og á høgum fjøllum. Vit ganga á gøtunum uttan masku, og geislavirkni er avmarkað. Vit mega fara væl um luftina og skapa karmar til tess at varðveita reinleikan og veita lívinum livilig kor og umstøður.

Í mínum fyrstu árum sum prestur var hetta eitt afturvendandi tema í prædikum og fyrilestrum. Júst skapanarverkið, at menniskjan er krúnan av skapan Guðs, er grundarlagið undir sannføringini, at menniskjan hevur eitt óendaligt virði.

Lívið er heilagt, ikki nakað smávegis millum annað ivasamt. Øll menniskju uttan mun til førleika, útsjónd ella samleika. Vit eru skapað í Guðs mynd og kend av honum alt frá móðurlívi. Júst skapanin er garantur fyri tign hins einstaka.

Upphavið er tann berandi ásin frá vøggu í grøv.

Hóast avrik og úrslit í lívinum telja á vágskálini, eru fingramerki Guðs alt avgerandi, óvikandi og varandi.

Henda fatanin orðaði trúarjáttanina miðskeiðis í áttatiárunum: “Eg trúgvi á Guð teirra, ið bera brek.”

Um grasið, vatnið og luftin eru líkamikið? Kann tað tá hugsast, at annað, ið Guð hevur lagt úr hondum, er ivasamt í dygd og virði.

Um havsins fiskar og djórini á landjørðini eru líkamikið? Kann tað tá hugsast, at menniskjan er vorðin til á tilvildarligan hátt uttan Guðs virkna leiklut.

Mannvirðið er væl grundað í skapan Guðs. Vælsignaður er trúarinnar veruleiki, at alt stendur í Guðs hondum. Vit eru Guðs, og hansara fáa vit náðir at vera vegna frelsaran Jesus Krist uttan mun til, hvussu lívið annars lagar seg.

At geva skapanarverkinum gætur merkir, at vit skapa lívinum góðar og tryggar umstøður. Aðalmál trúarinnar er at æra Guð í orðum og verki menniskjum til signingar.

Hyggið at fuglunum, síggið liljurnar. Umsorgan Guðs er óendalig. Hann føðir fuglarnar og klæðir grasið á markini.

Í Jesu navni mega vit lívga um lívsumstøður næstans. Vit staðfesta, at øll eiga rættin til lívið. Vit vóna, at komandi ættarlið mega arva jørðina í góðum standi. Amen.

Orðið: “Og Guð segði: “Jørðin lati spretta av sær grønt gras, urtir við fræi í, og aldintrø, sum hvørt ber ávøkst, eftir sínum kyni við fræi í, á jørðini!” Og tað varð so.” (Fyrsta Mósebók 1,11).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo