Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hjúnini Høgni og Fridrikka Kjeld saman við Rógva Róin.

Hjúnini Høgni og Fridrikka Kjeld saman við Rógva Róin.

- Hetta er ein natúrlig leið hjá okkum at fara. Frammanundan loysa vit longu uppgávur av øllum slagi í og á sjónum í Føroyum. Okkara veðurlag er serstakt og setur høg krøv til styrki og góðsku á smábátahavnum – og vit hava vitanina og tólini til at lúka øll krøvini, sigur Høgni Kjeld, eigari av Green Marine Divers.

Green Marine Divers eru serkøn innan kaving og arbeiði í sjónum, so sum sveising, skering og stoyping. Við keypinum av Smápartafelagnum Smábátahavnir víðkar Green Marine Divers um sítt natúrliga arbeiðsøki.

Smábátahavnir varð stovnað í 2017 av Petur Larsen Pf og svenska felagnum Pontech, sum er ein av stóru veitarunum av flótibrúgvum, bummum og tilhoyri til bátahavnir. Umboð fyri Petur Larsen hava tikið sær av dagliga rakstrinum. Við yvirtøkuni taka Grenn Marine Divers sær hereftir av dagliga virksemi felagsins.

Pontech Smábátahavnir hevur latið brúgvar við tilhoyri til fleiri av nýggju bátahylunum í Føroyum, eitt nú til tann í Fuglafirði og tann á Válinum. Eisini hevur felagið latið bummar og tilfar til aðrar bátahylar í landinum.

- Vit fara at leggja okkum eftir framhaldandi at veita haldgóðu og kappingarføru loysnirnar frá Pontech til kommunur og vinnuna í Føroyum. Umframt hetta, er ætlanin at byggja eina ávísa goymslu upp við tilfari, sum verður brúkt í einum nútímans bátahyli, sigur Fridrikka, sum er stjóri í felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo