Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace er farin undir eitt nýtt átak til tess at steðga ólógligari trolveiðu við Doggerbanka í Norðsjónum. The Independent skrivar, at stórir klettar av granitti verða sleptir niður á botn, við tí endamálið at botntrolini skulu koma í klettarnar og harvið oyðileggjast.

Greenpeace sigur, at klettarnir gera hvørki skaða á havbotn, djóralívi ella skip sum sigla í økinum. Greenpeace sigur eisini, at í seinastuni hava minst 11 stór ídnaðarskip veitt við troli á eini stongdari leið, og harvið eisini gjørt stóran skaða á botnin. Skipini hava sløkt fyri satellitútgerðini sum ger, at til ber at síggja hvar tey eru.

- Myndugleikarnir gera onki, hóast vit boða frá ólógligu veiðuni. Og nú vilja vit ikki bara standa og hyggja at longur, sigur Chris Thorne, sum er aktivistur hjá Greenpeace í Stórabretlandi.

Bretskir myndugleikar siga, at ES reglur gera tað torført at seta strangari tiltøk í verk ímóti ólógligari veiðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo