Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valstríðið er so smátt byrjað og nú kom tann nýggjasta politiska markeringin frá Tjóðveldi og Framsókn - hesir báðir flokkar fara at seta sum treyt í einum nýggjum samgongusamstarvi, at ein skerjing av ríkisveitingini verður sett í verk.

Og sum ikki einaferð, so verður hetta blakað út alment uttan eitt einasta boð upp á, hvussu hetta skal gerast, nær, fíggjarligu avleiðingarnar, avleiðingarnar fyri vælferðartænastur og veitingar o.a.

Tjóðveldi og Framsókn siga egentliga, at føroyingar hava ikki brúk fyri 642 mió. kr. árliga í inntøkum á fíggjarlógini, sjálvt risastórar avbjóðingar á vælferðarøkinum komandi árini.

Halda tit tjóðveldisfólk veruliga, at borgarin og veljarin ikki hugsar sjálvur og ger sær sínar egnu tankar um tykkara populistiska uppskot og soleiðis at gambla ella eksperimentera við vælferðini hjá teimum?

Halda tit tjóðveldisfólk, at okkara vælferðarsamfelag kann halda til at verða skert við inntøkum komandi árini við 642 mió. kr. árliga?

Halda tit tjóðveldisfólk, at vinnan kann kompensera hesar mistu inntøkur við fleiri hundraðtals arbeiðsplássum og harvið, lønum og skatti til landskassan - hvørjar verandi og nýggjar vinnur hugsa tit um?

Ætla tit tjóðveldisfólk, at fremjast skulu sparingar á fíggjarlógini innan rakstur og íløgur fyri at sleppa undan varandi halli, lántøku og skuld, um ríkisveitingin verður burtur - og á hvørjum økjum kann hetta gerast ítøkiliga út frá tykkara kanningum, greiningum og metingum?

Ætla tit tjóðveldisfólk, at skattir og avgjøld skulu hækka, um ríkisveitingin verður burtur?

Hava tit tjóðveldisfólk hugsað um, at slíkar ógvusligar politiskar fráboðanir um lægri livistøði kunnu ræða Føroya fólk og hava við sær fráflyting og/ella vantandi tilflyting?

Greiðið nú Føroya fólki frá hesum, soleiðis at bara eitt sindur av trúvirði og seriøsiteti sæst aftur í politiska arbeiðinum hjá tykkum.

Rokni kortini ikki við, at føroyingar hoppa upp á slíkan tjóðskaparligan symbolpolitikk.

Tað verður fátæksligt og svangligt í Føroyum við Tjóðveldi og Framsókn í landsins leiðslu.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo