Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ukraina hevur lumpað Russland so dyggiliga og rikið stórar partar av russisku deildunum úr fleiri hersettum økjum, millum annað í Kharkiv eins og strategiskt týdningarmiklu býirnir Izjum og Kupjansk eru tiknir aftur og brotið er ígjøgnum hermótið í Luhansk.

Danski serfrøðingurin Jacob Kaarsbo, sum hevur eina fortíð hjá fregnartænastuni hjá donsku verjuni heldur, at ikki síðani Yom Kippur kríggið í 1973 hevur nakar framt eitt so søguliga snildisligt bragd, sum ukranski herurin hevur megnað seinastu dagarnar.

- Russar fluttu einar 10.000 mans úr Kharkiv til Kherson. Teir mangla nú har, sum veruliga stórálopið hjá Ukraina kom, sigur greinarin og heldur, at ukrainski herurin fer at fáa meira vind í seglini komandi tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo