Tann 16 ára gamla gentan, Greta Thunberg, skapar reaksjónir um allan heimin.
- Greta Thunbergs atburður og tala hava skapt enormt engasjement á sosialu miðlunum. Tey flestu kunnu deilast í tveir høvuðsbólkar:
• Stuðlar síggja eina umhvørvishetju sum vísur eitt undrunarvert engasjement til tess at ávirka heimsleiðararnar at gera nakað við støðuna sum hóttir alla klótuna.
• Mótstøðufólkini síggja eina 16 ára gamla gentu sum ikki er í sinnisligari javnvág, sum verður trýst fram og brúkt av ekstremistum.
- Sálarsjúkulæknin og yvirlæknin, Fred Heggen, hevur funnist hvassliga at mammuni at 16 ára gomlu gentuni, sum hevur trýst dóttrina fram og útleverað hennara psykiatrisku diagnosir.
- Mín tulking av taluni er, at eg síggi ikki ein kommunikator av guds náði, men eina deyðatroytta 16 ára gamla gentu sum ikki er í javnvág og sum hevur tikið lagnuna hjá øllum heiminum á sínar herðar.
Les viðmerkingina hjá sjefredaktørinum á Nettavisen, Gunnar Stavrum - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo