Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eitt góðveðurskvøld í 2021 møttist tríggir mans tilvildarligt Undir Gøtueiði.

Regin Joensen, Undir Gøtueiði (Regin “múrarin”, sum hann eisini verður nevndur), Hannis Thomsen, Syðrugøtu og eg sjálvur, Jonhard Danielsen, Søldarfjørður.

Prátið fall á trivnað og hvat fyri møguleikar, viðvíkjandi hesum, vóru í økinum.

Eysturkommuna hevði lýst við, at søkjast kundi um stuðul til trivna í kommununi, ið var til gagns fyri fólkið.

Vit vórðu samdir um, at bátafelagið “Kongshavnar Frítíðarsiglarar” skuldi søkja um stuðul til eitt grillstað.

So varð gjørt. Og var kommunan og vinnan við frá fyrsta degi av.

Regin “múrarin” hevur, saman við sínum toymi, staðið á odda fyri arbeiðnum.

Martin Klein Joensen, hevur hevur gjørt el-arbeiðið og Hannis Thomsen, hevur gjørt timburarbeiðið.

Eg sjálvur, Jonhard Danielsen, havi staðið fyri planlegging, søkt um stuðul og annars gingið til handa.

Ofta verður sagt: “Hvussu skal tað verða, tá tað elsta er yngst”. Henda verkætlan hevði nokk ikki eydnast, um tann elsti ikki hevði hugflogið og áræðið sum ein unglingi. Hann hevur kanska eisini verið tann, sum hevur verið mest spentur uppá hesa verkætlan.

Dreymin um eitt grillstað, har fólk kunnu samlast og hava tað hugnaligt og stuttligt, havi eg havt í fleiri ár.

Íblásturin fekk eg, fyri nógvum árum síðan, tá eg sá eitt “grillstað” á einum torgið í Vestmannaoyggjunum.

Ætlanin var, at “grillstaðið” skuldi vera í heimbygdini, men hetta vann ongantíð frama.

Sigast kann, at “grillstaðið”, saman við bátahylinum og fjørðuni norðanfyri, verður sentrum í bygdini.

Møguleikarnir á økinum eru nógvir. Skipast kann fyri bátatiltøkum, barnaføðingardøgum og børn kunnu spæla í gummibátum í hylinum, ímeðan tey vaksnu hugna sær á økinum.

Bara hugflogið setur markið.

Kommunan er eisini farin undir at broyta byggisamtyktirnar fyri økið.

Hetta økið verður heilt sikkurt “Central Park” í bygdini í framtíðini.

Takk til øll, ið á ymiskan hátt hava stuðlað. Uttan tykkum var ikki komið á mál.

Eysturkommuna
Regin Joensen “Múrarin”
Sp/f BMT
MEST
Sandavágs Timburhandil
Mowi
Elcon
Lions Club
Kongshavnar Frítíðarsiglarir

Vinarliga
Kongshavnar Frítíðarsiglarar
Jonhard Danielsen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo