Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skulu  vit skammast av at hava heimsins størsta útlát pr. íbúgva? 

Nei, vit hava einki at skammast av. Vit brúka alla okkara orku uppá at metta umheimin við mati. Vit framleiða eingi vápn til at drepa menniskju við, ístaðin metta vit tey. Og tað krevur orku, nógva orku.

Einki land í heiminum hevur so umfatandi umhvørvisverkætlan pr. íbúgva sum Føroyar. Tað tekur langa tíð at umleggja hitaskipanina í 16000 húsum, umframt at gera elnetið grønari.

Tær milliarda-íløgur, sum standa fyri framman á orkuøkinum, skulu gjaldast. Tað verður størsta íløga í Føroyum nakrantíð, bæði fyri húsarhaldini og orkuveitarar, og tað eru bert vit forbrúkarar, sum skulu gjalda.

Oljunýtsluna skulu vit royna at minka sum frálíður,  tað er skilagott samfelagsliga og umhvørvisliga.

So góðu føroyingar. Takið tað púra róligt. Vit skulu brúka vit og skil og gera tað sum rætt er, og ikki lata okkum ávirka av tí, sum verður varpað út dag og dagliga í miðlunum. 

X við A

Frits Strøm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo