Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Góðu veljarar

Eg havi lati meg stilla upp til løgtingsval. Orsøkin er, at eg meini, at eg megni at trýsta so mikið, at verði eg valdur, so hendir okkurt.

Eg ætli at vera grønasta valevni. Eg hongi onga plakat upp og prenti hvørki faldara ella visitkort. Hugsa grønt – veljið meg.

Eg haldi ikki, at tað er rætt at geva 150.000 í stuðli pr. el-bil, fyri at fínar og ríkar konur í Hoyvík skulu kalla seg grønar við 50-100% framleiddum el- við tungolju. Tað var nógv grønari, at landskassin gav SEV pengarnar til vindmyllur ella pumpuskipan í Vestmanna.

Eg tími ikki at lova kapp við onnur, og kommunukassar eru kommunalt øki.

Javnaðarflokkurin og ikki um at tala Tjóveldi krydda vallyftini við pástandi um, at samgongan hevur undirskot. Duga tey at gjalda rokningar við tí sum manglar í, so átti vit helst at lova teimum í Tinganes.

Vit hava havt 2 landsstýrismenn, sum ikki avgreiddu mál um gongd í haga. Báðir eru skilagóðir og hampamenn í allar mátar. Men teir trýsta ikki nógv, umframt at teir helst byrjðu í skeivum enda. Hetta mál kann avgreiðast uppa fáar mánar, um tit velja meg í Løgtingi.

Um tú ynskir broytingar… Um tú ynskir tingfólk sum avrika…

Set x við Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo