

Tilsamans 30 kvinnur í Grønlandi hava kært til landslæknan, tí tær fingu spiral uttan at hava biðið um tað.
Tað skrivar KNR.
Danskir og grønlendskir serfrøðingar eru farnir at kanna umstøðurnar, tá grønlendskar kvinnur og gentur fingu spiralir, so tær ikki kundu fáa børn, árini frá 1960 til 1991.
Í 1992 yvirtók Grønland ábyrgdina av Heilsuverkinum frá Danmark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo