Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam sigur, at hon vil hava nógv størri uttanríkispolitiskar heimildir til Grønlands. Tað sigur hon við Jyllandspostin, sum hevur spurt teir báðar føroysku og teir báðar grønlendsku fólkatingslimirnar um krøvini, nú tingast verður um at gera nýggja danska stjórn.

Aki-Matilda Høegh-Dam sigur seg vera grunleggjandi ósamda við hinar norðuratlantisku fólkatingslimirnar um, hvussu uttanríkispolitikkurin skal skipast, skrivar Jyllandsposturin.

- Grønland skal sjálvt kunna fara út í heim at samráðast um sín uttanríkispolitikk. Tá verða linjurnar greiðari, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam, sum eisini sigur seg arbeiða fyri at taka grønlendsku fólkatingsumboðini av.

Føroyski fólkatingslimurin Sjúrður Skaale er endurgivin fyri at siga, at avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum og ikki uttanum Føroyar. Og Anna Falkenberg og Aaja Chemnitz siga, at Føroyar og Grønland eiga at koma fyrr inn í prosessina, tá uttanríkis- og trygdarpolitikkur sum viðvíkir Føroyum og Grønlandi er á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo