Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein 53 ára gamal maður í Grønlandi er deyður, eftir at hol kom á fleiri posar av hassji, sum maðurin hevði svølgt og síðani roynt at smugla til Grønlands.

Grønlendski landslæknin upplýsir, at ein líkskurður var gjørdur av manninum, og tá kom fram, at hann hevði ógvusligan bruna í tarmunum. Brunin kom av hassjinum, tí hol var komið á posan sum hassjið var í.

Hetta er triðjuferð í ár at fólk í Grønlandi doyggja tí tey royna at smugla hassj sum tey hava svølgt.

Higartil í ár eru 45 fólk tikin fyri at royna at smugla ólóglig rúsevni í tarmunum. Tað er 220% meira enn í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo