





Tá farið varð undir at gera ánna á Vaglinum var ein øgiligur sjongur, serliga á sosialu miðlunum, um at nú fór alt tað gamla undir betong.
Ein pástandur var, at gomlu grótstabbarnir við ketunum vóru brúktir sum ífylla, og okkurt úr betong fór at koma ístaðin.
Men nú arbeiðið líður væl sæst, at gomlu grótstabbarnir allir eru komnir uppaftur at standa.
Og nú verður farið at gera vøllin aftur, so hann verður vakur aftur í summar. Hann verður eisini størri enn frammanundan.
So her var enn einaferð roykur og ongin grind og Rasmus kemur aftur at standa púra tryggur innanfyri grótstabbarnar og keturnar, sum øll børn í Havn hava reiggjað í í mannaminni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo