Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Guðrið Stensen úr Havn vann 60.000 krónur í Gekkinum í kvøld.

Hon vann hesa upphæddina eftir at hava snarað tvær ferðir.

Í fyrsti snari rakti hon á 10.000 krónur. Hetta hevði givið henni 50.000 krónur, um hon hevði valt at steðga.

Men tað gjørdi hon sum kunnugt ikki.

Í øðrum snari steðgaði Guðrið á 20.000 krónum,, og hóast hon hevði møguleikan at royna eydnuna og snara eina ferð aftrat, valdi hon at taka hesa upphæddina.

Í øðrum snari verður upphæddin faldað við trý, og sostatt fór Guðrið avstað við 60.000 skattafríum krónum.

Stóri vinningurin í kvøld var 2,2 milliónir krónur.

Næsta fríggjakvøld verður Gekkurin eitt vet størri enn í kvøld. Tá verður hann 2,4 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo