Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Demokratia: 5. desember verður eitt heilt serligt høvi at hitta svenska kvinnurættinda-ikonið Gudrun Schyman, tá Demokratia, Javnstøðunevndin og Norðurlandahúsið skipa fyri ókeypis filmssýning og samrøðu við háaktuellu Schyman um hennara politiska stríð fyri kvinnurættindum og antirasismu.

FEMINISTURIN er ein filmur um ein feministiskan oddvita og eina, um somu tíð, sterka og skroypuliga kvinnulagnu.

Gudrun Schyman hevur mangan verið í brennideplinum. Í 1993 gjørdist hon floksleiðari fyri Vänsterpartiet í Svøríki, sum hon tryggjaði besta valúrslit nakrantíð. 10 ár seinni noyddist hon at leggja frá sær í úrtíð og við miklum roki. Síðan stovnaði hon Feministisk Initiativ, ið byrjaði sum ein rørsla og seinni gjørdist ein politiskur flokkur, sum í dag hevur deildir um alt Svøríki, systirflokkar í Danmark, Noregi, Finnlandi og ein sess í Europaparlamentinum

Schyman hevur langt síðani skrivað seg inn í søgubøkurnar og er í dag eitt ikon fyri svensku feminismuna. Men vegurin hagar hevur ikki bara verið langur, men eisini fullur av forðingum, har hennara persónligu demonir eru tær størstu. Vit fáa eitt innlit í tað, sum hevur gjørt Gudrun Schyman til hana, hon er, millum annað uppvøksturin við einum pápa, sum drakk, og hennara vaksandi trupulleikar við at fáa privatpersónin og almenna persónin at sameinast.

Filmurin fylgir henni í fýra ár í einum tíðarskeiði (2014-2018), har framgongdin hjá Feministisk Initiativ og boðskapurin hjá Schyman í stóran mun mynda kvinnurørsluna, ið veksur runt heimin og gerst sjónlig gjøgnum Women’s March og #Metoo. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo