Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Stoyt: Fýra lyftarir frá Stoyt luttóku til kapping í Danmark um vikuskiftið, og tríggir teirra komu heim við heiðursmerkjum um hálsin.

Kappingin var hildin í Sportcenter Atlas í Slagelse, og tað vóru ikki minni enn 82 lyftarar í alt, sum luttóku. Luttakarirnir frá Stoyt vóru Asta Egilstoft Nielsen, Julia Jacobsen, Mortan Á Bøgarði, og Sofus Bech.

Asta var tann fyrsta sum kom á pallin at royna seg, og legði út við 49kg í trekk. Eftir sína fyrstu góðkendu roynd økti hon trekk til 52kg, og í síðstu royndini bleiv 54kg eisini blakað upp um høvd. Í stoyt legði Asta út við 64kg, síðani 67kg, og tann seinasta royndin á 70kg, var avgerðandi um tað kom eitt gull, ella silvur heiðursmerki um hálsin. Men líka sum Asta megnaði 70kg til landskappingina í Íslandi farna vikuskiftið, megnaði hon eisini at fáa 70kg upp um høvd hesaferð, og fekk gullheiðursmerkið um hálsin.

Næst á pallinum var Julia Jacobsen. Julia hevur fyrr megnað at fingið 60kg í trekk, og 70kg í stoyt. Til hesa kappingina byrjaði hon á 54kg, síðani 57kg og kláraði aftur at fáa 60kg góðtikið. Í stoyt byrjaði Julia á 65kg, til tí seinnu royndina fór hon, eftir sínum egna besta úrslitið í stoyt á 70kg, og fyri at hon skuldi fáa eitt heiðursmerki, var tað neyðugt at økja við 6kg.

Hetta lyftið var eitt persónligt met við 6kg. Julia gjørdi tað sum skuldi til, og fekk 76kg at síggja lætt út, og tískil kom eitt bronsu heiðursmerkið heim við.

Hjá monninum var Mortan fyrstur. Mortan legði hart út í trekk við 75kg, síðani 80kg, og til síðst slóð hann persónligt met við 85kg. Í stoyt helt Mortan fram við tí góða stílinum, og valdi at seta sær eftir, at fáa 6 út av 6 lyftum góðkend samstundis, sum hann skuldi fáa enn eitt persónligt met.

Sum við trekkinum, so byrjaði hann sikkurt á 104kg, síðani 108kg, og til síðst, sum lova, fekk Mortan eisini 112kg upp um høvd. Persónlig met í trekk, stoyt og í tvídyst. Sera flott úrslit.

Síðstur at royna seg var Sofus, ið ikki er ókendur á pallinum. Málið hjá Sofus var, at kvalifisera seg til tað danska meistaraheitið við fyrstu roynd í trekk, og fyrstu roynd í stoyt. Hann legði út við 100kg í trekk, sum hann nemt fekk upp um høvd. Við smáari tekniskari villu misti hann sína seinnu roynd á 105kg, men valdi tó at lyfta 106kg, sum síðstu roynd í trekk. Í stoyt var 130kg fyrsta royndin, sum fullførdi málið hjá Sofus um at kvalifisera seg til DM. Næsta royndin, á 136kg kom eisini lættliga upp um høvd. Í tí seinastu royndini kom 142kg á stongina, 1kg omanfyri hansara besta stoyt. Sofus fekk stongina á herðarnar, men megnar akkurát ikki at fáa hana víðari upp um høvd. Við tvídystinum á 242kg fekk Sofus eitt flott annað pláss, og silvur heiðursmerkið um hálsin.

Ein sera góð kapping við nógvum góðum lyftum, og ikki minst sera góðum úrslitum til okkara lyftarar.

Næsta kapping á skráð er føroya meistaraheitið tann 25. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo