Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

London, New York, Shanghei, Jakarta, Keypmannahavn og fleiri aðrir stórir býir kunnu rakast meint av at havið hækkar, sambært ST-aðalskrivaranum António Guterres.

Hann helt røðu í dag tá ið Trygdarráðið í ST umrøddi trupulleikan, sum stavar frá globalu upphitingini.

– Lágtliggjandi samfeløg og lond kunnu hvørva med alla, segði aðalskrivarin sambært NRK.

Í Trygdarráðnum ávaraði hann móti eini hópflyting «av íbúgvum í einum bíbilskum vavi».

Bangladesj, Kina, India og Niðurlond eru millum londini sum eru í andgletti tá ið havið hækkar. Og tað eru eisini fleiri stórir strandarbýir.

900 milliónir fólk búgva í lágtliggjandi strandarøkjum sum eru viðbrekin tá vatnskorpan hækkar. Hvussu nógv hon ger tað, er treytað av millum øðrum um heimssamfelagið megnar at minka útlátið av klimagassi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo