Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Uppdatering: 18 børn og trý vaksin mistu lívið í skjóting á einum barnaskúla í Uvalde í Texas, skrivar AP.

15 hava mist lívið í skjóting á einum barnaskúla í Uvalde í Texas. Tað váttar guvernørurin í deilstatinum, Greg Abbott.

14 næmingar og ein lærari doyðu av skotunum, sambært Abbott.

Gerningsmaðurin, 18 ára gamal, er eisini deyður, sigur guvernørurin.

Áðrenn hann fór á skúlan, hevði hann skotið ommu sína.

Við 15 offrum er hópskjótingin í Uvalde tann størsta í ár. Hendingin er bert tíggju dagar eftir, at tíggju persónar vórðu skotnir í eini handilsmiðstøð í Buffalo í New York.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo