Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú hevur løgmaður eitt gylt høvi at steðga óneyðugu føroysku sendistovuni í Tel Aviv, heldur enn at nýtt sendifólk verður sett í starv.

Sambært landsstýrismanninum í uttanríkismálum (í ÚF á nátturða 6. juli) hevur tað skund at seta nýtt sendifólk í Ísrael, tí almenna upplatingin av sendistovuni krevur, at sendifólkið er til arbeiðis. Hesa grundgevingina lata vit standa eina løtu.

Eisini nevndi landsstýrismaðurin eina vinnuferð til Ísraels sum orsøk til skundin at seta nýtt sendifólk. Men slík vinnuferð kann saktans gerast, uttan at ein føroysk sendistova skal opnast. Ferðir sum hendan eru gjørdar til fleiri lond, uttan at okkum nýtist at opna eina heila sendistovu í landinum, hagar vinnuferðin gongur.

Av teimum áleið 28 milliónunum, sum føroyskir skattgjaldarar hvørt ár rinda til okkara 7 sendistovur, skulu vit frameftir árliga rinda 4,3 milliónir fyri sendistovu í Ísrael.

Tað er trupult at fáa eyga á nakran sum helst fyrimun ella vinning fyri fólk og vinnulív í Føroyum av at lata sendistovu upp í Ísrael. Og vit eiga ikki at brúka pengar uppá hesa sendistovu.

Tað er sjálvsagt altíð neyðugt at raðfesta og røkja sambond við onnur lond, men hetta arbeiðið kann fult so væl gerast við dugnaligum fólki, ið við Føroyum sum heimstaði og við altjóða útsýni samstarva um at tryggja, at Føroyar hava sítt pláss í altjóða samfelagnum.

Vónandi nýtir løgmaður gylta høvið at steðga hesum nyttuleysa tiltakinum. Tí bara løgmaður kann steðga hesum ófrættakenda symbolpolitikkinum hjá Miðflokkinum, sum seinastu árini hevur fingið alt ov víðar ræsur í landsins politisku leiðslu.

Kristianna Winther Poulsen, limur í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo