Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit kenna tey øll!

Tey hava fingið ein blóðtøpp, eina heilabløðing ella eru løstaði av vanlukku í ferðsluni ella á arbeiðsplássinum.

Summi hava fingið staðfest hesar herviligu sjúkurnar sum parkinson, sclerosu ella okkurt áloypandi giktaslag. Onnur aðrar avbjóðingar av líknandi slagi.

Felags fyri tey øll er, at tilvildin av onkrari orsøk breyt inn í teirra gerandisdag og teirra virkna familju og arbeiðslív.

Við avbjóðingum av kropsligum og sálarligu slagi, sum kollveltu og hóttu dreymin um tað góða og virkna lívið.

Hóast nógv viknaðar fortreytir fyri at liva tað góða lívið, so hava flestu teirra eitt seiggj, ein vilja sum dregur tey uppaftur úr myrka dalinum. Takk fyri tað.

Samstundis mugu vit ásanna, at umstøðurnar til hesar borgararnar kundu verið væl betri.

Eg havi nú í nógv ár strembað eftir at fáa samlaðu politisku skipanina at byggja gylta millumliðið millum heim og sjúkrahús.

Greiningar og venjingarmiðstøðina til øll okkara, sum í dag detta niður ímillum.

Ein stovn, eitt slag av viðgerðarsjúkrahúsi, har førleikar verða útgreinaðir og endurvandir. Har allir viðkomandi fakbólkar samvirka í royndini at endurmenna, teir førleikar sum eru viknaðir av íkomna løstinum, ella sjúkuni.

Menniskjaliga hevði ein slíkur stovnur verið ein fongur fyri øll, har syndarliga kanossagongdin hjá mongum kom í eina skipaða legu.

Fíggjarliga er nógv at spara hjá landinum, tí at tænastan hevði avloyst meira og minni tilvildarlig tilboð, her heima og í øðrum londum.

Undirritaði fekk undirtøku frá meirilutanum í fíggjarnevndini fyri at geva landsstýrismanninum í heilsumálum eina játtan til at fyrireika ein slíkan stovn. Tíverri hevur landsstýrismaðurin einki gjørt fyri pengarnar. Null og nada.

Finst politisk semja um at gera eina greiningar-og endurvenjingarmiðstøð í Føroyum, so hava vit bæði gjørt komandi brúkarum, og landinum væl, tí tá hava vit skapt tað gylta millumliðið.

Tænastuna, sum tryggjar, at flestu av okkara borgarum, sum í dag detta millum skipanir, fáa eitt samanhangandi tilboð at menna restførleikan til luttøku í samfelagnum.

Her er nógv at vinna. Fakliga, fíggjarliga og serliga menniskjaliga.

Set tí krossin á trygga grund!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo