Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Brúkaraumboðið hevur gjørt H-Dygd varugt við, at veruligar upplýsingar í lýsingum skulu vera rættar og skulu kunna skjalprógvast og samanberandi lýsingar ikki  mugu skapa misálit ella lítismeta vørur hjá kappingarneyta.

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina klagu um, at H-Dygd hevði skrivað um nøkur toppbesløg í vindeygunum, at tey eru heimsins bestu – øll onnur toppsving besløg eru eftirlíkningar!

H-Dygd viðgekk, at orðingarnar í lýsingunum kanska vóru í stríð við marknaðarføringslógina og felagið segði eisini, at vendingin ”heimsins bestu” ikki verður brúkt aftur, men kanska í staðin ”millum heimsins bestu.” Eisini hevur H-Dygd strikað orðingin – øll onnur toppsving besløg eru eftirlíkningar.

Brúkaraumboðið minnir eisini á, at tað er tann, sum brúkar útsagnir og uppáhald í marknaðarføringini, sum skal skjalprógva at útsagnirnar eru rættar.

Brúkaraumboðið sigur í síni niðurstøðu um klaguna, at tá H-Dygd hevur ásannað, at orðingin kanska var í stríð við marknaðarføringslógina og hevur broytt orðingina, ger Brúkaraumboðið ikki meiri við málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo