Fleiri handlar og fyritøkur máttu lata aftur í vikuskiftinum, tí teldusníkar framdu álop móti amerikanska veitaranum Kaseya.
Millum annað máttu fleiri hundrað svenskir Coop-handlar steingja.
Nú krevur bólkurin av teldusníkum, sum kallast Revil, 598 milliónir svenskar krónur fyri at handlarnir fáa atgongd til skipanirnar aftur, skrivar Aftonbladet.
Bæði Kaseya, Coop og løgreglan í fleiri londum arbeiða við at trupulleikin verður loystur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo