Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: -Tað er avgerandi fyri menningina og framtíðina hjá føroyska Sjúkrahúsverkinum at tryggja eina støðuga tilgongd av serútbúnum læknum og øðrum heilsustarvsfólki. Hetta er samstundis eitt stig á leiðini at røkka málinum í serlæknaætlanini, sum varð handað mær í summar, og í ætlanini at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum. Tí havi eg raðfest at játta fígging til hetta endamálið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur avgjørt at játta 4 mió. kr. í 2025 til at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk. Hetta er ein øking á 1 mió. kr. í mun til játtanina í fjør.

Tað er eingin loyna, at trot er á serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólki í øllum londum um okkara leiðir. Og kappingin um hesi týdningarmiklu starvsfólk er stór. Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at tað eru nógvir føroyingar, sum útbúgva seg á økinum, bæði læknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk.

Vit skulu gera tað møguligt og lokkandi hjá hesum fólkum at starvast í Føroyum. Ein fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið fær játtan at seta fleiri fólk í starv.

Ein onnur fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið framhaldandi verður ment, og er ført fyri at bjóða størv og umstøður, sum serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk spyrja eftir. Arbeitt verður í løtuni við fleiri mennandi átøkum innan Sjúkrahúsverkið.

Millum annað verður arbeitt við at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum, øll heilsugransking er savnað undir Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og arbeitt verður framhaldandi við at fáa fleiri útbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum.

Tað ger mun at seta játtan av til endamálið
Síðani 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk í størv í Sjúkrahúsverkinum, sokallaða “serlæknapuljan”.

Í hesum tíðarskeiðið eru serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk sett innan fleiri serøkir:

  • Hjartasjúkur

  • Barna- og ungdómspsykiatri

  • Lungasjúkur

  • Húðsjúkur

  • Patologi

  • Barnasjúkur

  • Kvinnusjúkur

  • Eygnasjúkur

  • Sukur- og evnaskiftissjúkur

  • Nýrasjúkur

  • Maga- og tarmsjúkur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo