Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Taks hevur almannakunngjørt talvu yvir kommunuskatt, kirkjuskatt og barnafrádrátt fyri 2023. 

Hægsta kommunuskattaprosentið í landinum er í Vága kommunu. Har er skatturin 21,75%. 

Lægsta kommunuskattaprosentið í landinum er í Fugloyar, Skúvoyar og í Fámjins kommunu. Har er skatturin 16%.

Barnafrádrátturin er hægstur í Fugloyar kommunu. Har er hann 10.000 krónur. Í Vestmanna kommunu er barnafrádrátturin 5.000 krónur, og tað er tað lægsta í landinum.

Í Havn er kommunuskatturin 19% og barnafrádrátturin 9.000 krónur.

Sí talvu her 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo