Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Roknað frá lívsbyrjan er livialdurin hjá konufólki nú í miðal 85,4 ár og hjá mannfólki 81,3 ár. Sostatt kann ein kvinna í miðal vænta at liva gott 4 ár longri enn ein maður. Bæði hjá konufólki og mannfólki er livialdurin hækkaður ár eftir ár tey síðstu nógvu árini.

Árligu tølini kunnu sveiggja nógv, tí fólkatalið er lutfalsliga lítið. Tølini fyri væntaðan miðal livialdur verða tí javngjørd (smutað) fyri at fáa meira rættvísandi mynd av veruligu gongdini. Javngeringin er gjørd við 'lowess' mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing). Umtalaðu tølini í hesi grein eru javngjørd.

Samanbera vit við støðuna í 1985/86, tað er fyri skjótt fýrati árum síðani, so er miðal livialdurin hjá mannfólki longdur við 9,4 árum og hjá konufólki við 6,6 árum. Munurin millum kvinnur og menn í livialdri, sum tá var góð 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í gott 4 ár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo